Gomez sløkti niðurlendsku stjørnurnar

Hóast tann niðurlendski venjarin koyrdi alt sítt álop inn á vøllin fyri at fáa í minsta lagi javnleik ímóti Týsklandi, eydnaðist tað ikki, og tí endaði dysturin 2-1 til Týskland.

 

Mario Gomez (myndin) skjeyt bæði tey týsku málini, og van Persie stóð fyri tí niðurlendska málinum.

 

Týskland er nú á odda í bólkinum við seks stigum, meðan Niðurlond er einasta liðið í bólkinum, sum framvegis ikki hevur fingið nakað stig. Millum tey bæði londini liggja Portugal og Danmark við trimum stigum í part.