Hann var ein av heilt stóru profilunum á liðnum hjá Stuttgart, sum vann týska. 22 ára gamli Gomez fekk 196 atkvøður í atkvøðugreiðsluni hjá Kicker, og hann endaði framman fyri Diego hjá Werder Bremen og týska veteranin Bernd Schneider hjá Bayer Leverkusen. Tað eru týskir ítróttarskrivara, sum hava valt ársins leikara. Leggjast kann afturat, at venjarin hjá Stuttgart, Armin Veh, gjørdist ársins venjari.