Bretski sjónleikarin Andy Serkis megnaði fríggjadagin at savna inn 283.000 bretsk pund, tá hann las bókina hjá J. R. R. Tolkien um Hobban í fullari longd.
56 ára gamli Serkis er ikki ókendur í fantasiheiminum hjá Tolkien, tí Serkis spældi leiklutin sum Gollum og Smeagol í teimum trimum filmunum um Ringana Harra og í trimum filmunum um Hobban, ið Peter Jackson leikstjórnaði.
Upplesturin gekk fyri seg á Youtube og GoFundMe, og áhoyrarar høvdu møguleikan at lata pening fyri upplesturin. Peningurin fór til vælgerandi endamál.
Tað tók Serkis góðar 11 tímar at lesa Hobban úr enda í annan, og upplesturin gekk fyri seg við ymsum røddum, teirra millum eisini kendu Gollum røddini, ið Serkis hevur skapt.
Umframt steðgir at fara á ves, steðgaði Serkis bert eina ferð, og tað var fyri at binda frið í tveir minuttir til minnis fyri sameinda sigrinum í nasistunum undir øðrum heimsbardaga.
– Hóast tíðirnar eru torførar, vil eg taka tykkum við á eina av bestu ævintýraferðum, ið nakrantíð er skrivað - eitt 12 tíma lenistólsmaraton gjøgnum Miðgarð, meðan vit savna inn pening til tveir ótrúligar vælgerandi felagsskapir, ið gera ótrúligt arbeiði júst nú at hjálpa teimum, ið hava tørv á tí, segði Serkis um upplesturin.











