Golfvøllurin, sum ætlanin er at gera á Glyvursnesi, verður dýrari enn væntað. Tað er greitt eftir, at nýggjastu kostnaðarmetingarnar eru lagdar fram.
Upprunalia varð mett, at vøllurin fór at kosta einar 20 milliónir krónur. Talan er um ein vøll, sum er 18 hol, har hvørt hol kostar eina góða millión. Men á býráðsfundi í Havn mikukvøldið varð upplýst, at nú tær seinastu kostnaðarmetingarnar eru lagdar fram, vísa tær, at prísurin verður næstan tríggjar ferðir so høgur.
Nýggjastu metingarnar siga nú, at golfvøllurin fer at kosta góðar 2.2 milliónir krónur fyri hvørt hol, ella 40 milliónir fyri tey 18 holini, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini í Tórshavnar Kommunu, við Sosialin í dag.
Verður golfvøllurin ikki gjørdur kann tað fáa avleiðingar fyri ætlanirnar hjá ÌSF, um at halda Oyggjaleikirnar 2019 í Føroyum. Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF sigur við Sosialin í dag, at tað er ikki eitt formligt krav, at vertslandið fyri Oyggjaleikunum hevur ein golfvøll, men í veruleikanum er tað eitt krav, tí golf er ein so stór ítróttargrein, at tey lond, sum ikki kunnu seta golf á skrá, fáa ongar Oyggjaleikir.
Meira kann lesast um hetta málið í Sosialinum í dag.










