Golf
Jesper Frigast Larsen er úrvalsstjóri hjá danska golfsambandinum, og hann var í Føroyum sum gestur hjá ÍSF.
Hósdagin helt hann fyrilesur, har á leið 80 fólk vóru til staðar. Fyrilesturin var skipaður sum liður í føroysku fyrireikingunum til at søkja um vertsskapin fyri Oyggjaleikum í 2017.
Á fundinum upplýsti Sølvi Reinert Hansen, ÍSF forseti, at tað helst er neyðugt við golfbreyt, um Føroyar skulu gera sær vón um at hýsa leikunum í 2017. Hetta tí golf er tann ítróttin, sum hevur størsta áhugan millum limalondini í oyggjaleikahøpi.
- Áhugin fyri golf í oyggjaleikahøpi er so stórur, at vit neyvan klára at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya, um vit ikki kunnu bjóða golf. Hetta av tí einfaldu orsøk, at vit annars ikki fáa nóg mikið av atkvøðum, tá atkvøðast skal um vertsskapin, staðfesti ÍSF-forsetin.
Í løtuni verður arbeitt við fleiri ætlanum um golfbreyt. Bæði á Glyvursnesi, í Vágum og á Sandoynni. Mett verður, at ein 18 hola breyt kostar gott og væl 20 milliónir krónur.