Golfvøllur á Glyvursnesi nakað serligt

Heðin Mortensen vil fegin hava Oyggjaleikirnar aftur til Føroya. Tað staðfestir hann í skrivi.

Tá eru 30 ár liðin, síðan oyggjaleikirnir vóru í Føroyum. Oyggjaleikirnir tá og oyggjaleikaluttøkan hjá Føroyum øll árini hevur ment føroyskan ítrótt sera nógv.

»Her í Havn megna vit longu nú at hýsa flest øllum kappingum, men sum formaðurin í altjóða oyggjaleikanevndini, Jörgen Petterson, greiddi frá í Degi og viku hóskvøldið, so er neyðugt við einum golfvølli. Golf er skjótast vaksandi ítrótt í heiminum og av sonnum ein fólkaítrótt, har allir aldursbólkar kunnu taka lut. Í grannalandi okkara Skottlandi, har golf hevur sín uppruna, er golf týðandi partur av almenna sosial- og heilsupolitikkinum«, skrivar Heðin Mortensen.

Teir dagar, har golf var mett sum ríkmannaítrótt fyri tey fáu og útvaldu, er langt síðan farin. Golf kostar ikki meira hjá børnum og vaksnum at íðka enn aðrar ítróttagreinar.

»Tíðin er nú komin til, at munandi fleiri føroyingar kunnu íðka golf – á Glyvursnesi«, skrivar borgarstjórin.

Fyri skjótt tveimum árum síðan fór kommunan í gongd av álvara at fyrireika golfvøll á Glyvursnesi, har Tórshavnar Golffelag longu heldur til, men undir vánaligum umstøðum.

Glyvursnes er veðurgott stað við fagrasta útsýni yvir fjørðin og høvuðsstaðin, bert fimm km av Vaglinum. Umframt golfvøllin verður hetta eitt serstakt náttúruøki, har rúm og møguleikar eru fyri fleiri øðrum frítíðaraktivitetum.

»Í arbeiðsætlanini hjá kommununi verður stórur dentur lagdur á at varðveita verandi náttúrufyribrigdi, og at golfvøllurin í allar mátar er umhvørvisvinarligur eisini tá um viðlíkahaldið ræður«, sigur Heðin Mortensen.

Føroyar eru einasta land í Evropa, sum ikki hevur ein golfvøll. Tað verður ikki leingi aftrat. Um 4-5 ár kunnu vit bjóða føroyingum og útlendingum ein golfvøll og eitt umhvørvi á Glyvursnesi, sum einki stendur aftanfyri onnur lond.

»Og Oyggjaleikirnir, teir koma í 2019«, staðfestir Heðin Mortensen.