Golfdreymurin og oyggjaleikadreymurin

Nú vóna føroysku golfíðkarnir, at tað brestir fyri nev, og at tey kunnu fáa sín golfvøll, og Føroyar samstundis kunnu fáa sínar oyggjaleikir

Lykilin til at fullføra oyggjaleikadreymin liggur úti á Glyvursnesi. Jógvan Amonson, formaður í Tórshavnar Golfklubba vónar, at teirra dreymur um ein nýggjan, altjóða golfvøll, og dreymurin um at fáa oyggjaleikirnar til Føroya í 2021 kunnu ganga upp í eina hægri eind. Formaðurin í Dansk Golf Union var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og hann lat ongan iva verða um, at golf fer altíð at standa frammaliga hjá bretskum ítróttarleiðarum, og tí eisini teimum mongu bretsku oyggjunum, ið kappast á oyggjaleikunum.
Krevur stórt økið
Ein altjóða golfvøllur krevur tó eitt stórt økið. Jógvan Amonson greiðir frá, at ein golfvøllur fer at krevja eitt økið, sum liggur millum 600.000 og 700.000 fermetrar. Talan er um eina stóra íløgu, men íløgan kann vinna seg aftur. Føroyska ferðavinnan fer at hava eitt eyka kort á hondini, og eldri og tilkomin ítróttarfólk, og onnur við fáa møguleikan at íðka eina ítrótt, sum ein kann íðka langt upp í árini.
– Golf er einasta ítrótt, har tú kanst byrja íðka, tá tú ert farin upp um 50 ára aldur, staðfestir Jógvan Amonson. Tórshavnar Golfklubbi hevur eitt jaligt samskiftið við Tórshavnar Býráð, men hevur sum er ræðisrætt yvir 320.000 fermetrum, sum ikki er nóg mikið av lendi, um ein fullfíggjaður altjóða golfvøllur við 18 holum skal standa liðugur í 2015, tá ÍSF skal leggja boð inn uppá oyggjaleikirnar í 2021. Tað fer ikki at verða nóg mikið, at ein altjóða golfvøllurin er í stoypiskeiðini ella ”à tekniborðinum” í 2015. ÌSF má hava trumfin í hondini tá. Trumfkortið liggur úti á Glyvursnesi!