Golf Variant við TSI-motori

Triðja generatión av VW Golf Variant (stationcar) fær heimspremieru á altjóða bilaframsýningini í Genéve, sum er í hesum døgum. Bensinmotorurin við 140 hk er tann fyrsti og einasti av sínum slagi í heiminum við TSI motortøkni

VW Golf Variant, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1993, kemur nú í triðju generatión við heilt nýggjum stíli – serliga aftan.
 
Bilurin er sera rúmligur við viðførisrúmi upp á 690 litrar, og við baksetrunum niðri verður vørurúmið heilar 1550 litrar.
 
Nýggi Golf Variant fæst við tveimum benzin- og tveimum dieselmotorum. Benzinmotorarnir eru upp á ávikavist 102 og 140 hk. Hesin við 140 hk er tann fyrsti
av sínum slagi í heiminum við TSI-motortøkni, t.v.s. við bæði kompressara og turbo ”Twincharger”, ið sameinir góða kraft við góða økonomi og sera lágt CO2-útlát.
Dieselmotorarnir eru upp á ávikavist 105 og 140 hk, sum báðir eru orkusparandi og umhvørvisvinarligir.
 
Eftir ætlan kemur nýggi Golf Variant á marknaðin í august 2007.