Kappingin varð í høvuðsheitum skipað sum ein stableford-kapping við fullum handikappi. Tó vóru eisini aðrar smærri kappingar. Unga stjørnuskotið, Jens Guttesen, var tann stóri vinnarin. Í Stableford-kappingini fekk hann 42 stig, meðan Rógvi K. Hansen og Bjarne Jørgensen fingu ávikavist 40 og 39.
Jens Guttesen vann eisini slagkappingina og fekk flest stableford-stig á fyrstu nýggju holunum. Heru eru úrslitini frá kappingunum:
Í Stableford-kappingini vóru bestu úrslitini hesi:
1. Jens Guttesen 42 stig
2. Rógvi K, Hansen 40 stig
3. Bjarne Jørgensen 39 stig
Í slagkappingini var ein vinnari:
Jens Guttesen 84 sløg
Flest stableford-stig á fyrstu 9 holunum:
Jens Guttesen 21 stig
Tað liðið, ið hevði flest stableford-stig í meðal:
Jens Guttesen, Bjarne Jørgensen og Jógvan Amonsson
Eisini var kappast um at vera næst holinum á par 3 teigunum:
Á holi 2/11 Rógvi K. Hansen 143 cm











