GoGo í Pakkhúsinum

Gogo Blues fer í kvøld at spæla í Pakkhúsinum í Vági

Úr pakkísi í pakkhús. Soleiðis kundi yvirskriftin eisini verið. Gogo Blues eru nevniliga júst komnir aftur av ferð í Grønlandi, nú teir fara at spæla í Stóra Pakkhúsi í Vági.
                      Neyvan eru teir bláfrystir av túrinum, men blátt verður leygarkvøldið óivað, men kendir eru Príx Føroyar vinnararnir hinvegin fyri at kunna skapa hita og gott huglag.                      GoGo Blues vitjaði í Pakkhúsinum fyri tíð síðani og var tá talan um eitt sera gott kvøld, kanska eitt tað besta, ið verið hevur í húsinum, siga fyrireikararnir, sum vænta sær nógv av kvøldinum.