»GoGo Blues komu, spældu og sigraðu. Uppá allar mátar vóru GoGo Blues í einum klassa fyri seg í Fuglafirði. Við teirra royndum og dygdum vóru teir møguliga favorittar hetta kvøldið, men at teir skuldu vera so cool og borðreiða við einari so einastandandi framførslu, var eitt sera positivt yvirraskilsi.«
? Sosialurin eftir 1. umfar
Bólkurin GoGo Blues er ikki bara tann mest virkni blues-bólkurin í landinum, hann er eisini ein tann einasti veruliga virkni blues-bólkurin her á landi.
Mannaður við trimum góðum tónleikarum hevur bólkurin verið nógv at hoyrt seinastu tíðina. Tveir av tónleikarunum eru royndir tónleikarar, meðan oddamaðurin er nakað feskari, hóast hann hevur gjørt sera nógv við tónleikin seinnu árini.
Rógvi á Rógvu spælir trummur og Arnold Ludvig spælir bass, og teir báðir tónleikararnir leggja ein sera góðan og tryggan botn undir tónleikin hjá fólkinum. Síðani er tað uppgávan hjá Una R. Debess at spæla gittar og syngja í bólkinum, og tað gera hann sera væl. Hann hevur næstan spesialaserað seg í at spæla blues-tónleik, og tað ger hann bæði við orku og innihaldi.
GoGo hevur ikki bara spælt blues-tónleik hjá øðrum, teir í bólkinum hava eisini skrivað tónleik sjálvir, og partur av hesum er komin út á fløgu.
GoGo Blues var við í 1. umfari og komu víðari saman við Lama Sea.