Seinnapartin í dag eru gøtubardagar brostnir á millum ísrelska løgreglu og palestinsk mótmælisfólk í økinum við al-Aqsa moskuna í Jerusalem. Tað hendir hóast vápnahvíldaravtalu, sum kom í gildi fyri Gaza í gjár.
Ein talsmaður fyri løgregluna Micky Rosenfeld sigur, at løgreglufólk vórðu álopin av palestinum, sum kastaðu við gróti, og sum fóru um byrgingarnar og aðrar forðingar, sum skuldu fyribyrgja nýggjum samanbrestum.
Gøtubardagarnir kyknaðu, meðamn stjórnir og diplomatar kring heimin fegnaðust um, at stríði í Gaza varð steðgað, eftir at Egyptalnad hósdagin fekk eina vápnahvíld í lag.
Í altjóða viðmerkingum í dag varð dentur lagdur á, at tíðin nú er búgvin til at finna eina politiska loysn á miðseysturstríðnum.
Í boðum frá ES verður sagt, at »bert ein heildarloysn er ein veruligur møguleiki«.
– Vit eru skelkað og harmast, at fólk eru deyð, hesar 11 dagarnar, sigur uttanrikispolitiski stjórin hjá ES, Josep Borrell, í eini fráboðan.
Í Moskva sigur talskvinna fyri uttanríkisráðið, Maria Zakharova, at vápnahvíldin hevur týdning, men at nógv meira má gerast.
Eisni Kina vísir á, at altjóða samfelagið nú má rætta eina hjálpandi hond til økið.
– Altjóða samfelagið eigur at tryggja eina uppafturtøku av friðarsamráðingunum millum Palestina og Ísrael og tryggja eina umfatandi, rættvísa og varandi loysn á palestinska spurninginum grundað á eina heildarloysn, sigur Zhao Lijian, talsmaður.
Joe Biden, forseti í USA, sigur, at vápnahvíldin er ein veruligur møguleiki fyri friði.
Eftir 11 dagar við bumbuálopum frá báðum síðum og fleiri hundrað deyðum og særdum, kom vápnahvíldin í gildi fyri Gazageiran í nátt klokkan 02 lokala tíð – á midnátt okkara tíð.
Báðar síður hava ávarað um, at tey eru tilreiðar at hevna, um mótparturin ikki heldur vápnahvíldina.
Síðani seinastu bardagar millum Ísrael og hernaðarligar palistina brast á 10. mai, eru 232 palestinarar deyðir – teirra millum 65 børn.
Samstundis eru fleiri 1900 særd í loftálopum.
Ísrael boðar frá 12 deyðum av rakettum frá Hamas ímóti ísraelskum býum. Hundraðtals eru særd. Teirra millum tvey børn.
/ritzau/AFP