Grønland setir egið met í koronu-smittu

Nýggjastu tølini merkja, at talið av aktivum koronu-smittaðum í Grønlandi í løtuni er 63

 

 

Nýggjasta dagføringin hjá grønlendsku heilsumyndugleikunum vísir, at staðfestir eru 15 nýggir smittutilburðir við covid-19 síðan seinastu dagføring í gjár.

 

Samlaða talið av smittaðum er eftir einum samdøgni vaksið úr 135 mikudagin og upp í 150 í dag, hósdagin. Soleiðis setir landið egið met í nýggjum tilburðum.

 

Nýggjastu tølini merkja, at talið av aktivum koronu-tilburðum í Grønlandi í løtuni er 63.

 

Tað er tó ikki vist, at talið 15 er hitt endaliga rætta, tí grønlendsku myndugleikarnir siga við Sermitsiaq, at talið av nýggjum smittaðum í dag er 14.

 

Men, um talið er 14 ella 15, er tað framvegis stórt í grønlendskum høpi - serliga, tá havt verður í huga, at smittutilburðirnir í landinum tilsamans, síðan farsóttin tók seg upp, eru 150.

 

Grønlendsku myndugleikarnir upplýsa fyri Sermitsiaq, at teir 14 nýggju tilburðirnir er staðfestir í hesum býum í landinum - Sisimiut (6), Nuuk (1), Kangerlussuaq (1) og Upernavik/ Tasiusaq (6).