Gøla oman á gølu syndrar stjórnina hjá Boris Johnson

Boris Johnson er tyngdur av fleiri gølum, sum nú fáa ráðharrar og stjórnarlimir at fara.

 

Handout/AFP/Ritzau Scanpix

Ráðharrar í stjórnini hjá Boris Johnson seyrar framvegis millum fingrarnar hjá honum, og harvið heldur trýstið fram á konservativa leiðaran.

Og í dag tykist hann ikki megna at standa ímóti trýstinum longur. Fleiri miðlar siga, at hann ætlar sær at leggja frá sær sum forsætisráðharri.

Boris Johnson kláraði í síðsta mánaði eina misálitisatkvøðugreiðslu í konservativa flokkinum, hóast fleiri gølur. Men tann síðsta í røðini tykist máa støðið undan honum.

Her kanst tú lesa eitt sindur um politisku gølurnar hjá Boris Johnson:

* Juli 2022

Týsdagin 5. juli mátti Boris Johnson biða um umbering fyri, at hann í februar hevði tilnevnt nú frákoyrda tjóðartingslimin Chris Pincher til eitt starv, har hann skuldi handheva floksagan.

Tað gjørdi hann, sjálvt um hann varð kunnaður um, at Pincher var ákærdur fyri kynsligan ágang.

Málið hevur fingið bæði fíggjarmálaráðharran og heilsumálaráðharran at leggja frá sær. 

* Frá november 2021

Fyrstu søgurnar um veitslu í Downing Street komu síðst í november í 2021. Tær fingu mikla umrøðu í miðlunum og førdu til harðar atfinningar at Boris Johnson. Malið um tær mongu veitslurnar varð rópt »partygate«.

Síðst í januar í ár kannaði løgreglan tólv av hesum veitslum. Í minst trimum teirra hevði Boris Johnson verið við.

Løgreglan hevur síðani givið 126 bøtur til fólk, sum sambært løgregluni høvdu brotið galdandi koronureglur.

Millum teirra er Boris Johnson sjálvur, kona hansara, Carrie Johnseon, og fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak. Tey hava biðið um umbering og goldið bøturnar. 

Embætiskvinnan Sue Gray skrivaði eina frágreiðing í mai, sum gjørdi greitt, at tað høvdu verið veitslur í Downing Street 10 undir koronustongslinum. Stjórnarstarvsfólk vóru farin til hendurs, drukkið rúsdrekka, spýð og sungið karaoke í veitslunum.

Partygate førdi við sær, at Boris Johnsen eisini mátti biðja Elisabeth drotning um umbering, tí starvsfólk í Downing Street høvdu hildið veitslu sama kvøldið, sum maður hennar, Phillip prinsur, varð jarðaður. Drotningin sat tá púra einsamøll í kirkjuni vegna strongu koronukrøvini.

Andstøðuflokkurin Labour og fleiri konservativ løgdu trýst á Johnson fyri at fáa hann at leggja frá sær. Hesum noktaði hann.

* Juli 2021

Boris Johnson fekk eina átalu fyri ikki at hava sagt »fulla sannleikan« um eina ókeypis ferð í einum luksushúsum á oynni Mustique. Ferðin varð skipað av einum stórum fíggjarligum stuðuli hjá konservativa flokkinum.

* 26. juni 2021

Heilsumálaráðharrin Matt Hancock legði frá sær, eftir at tað kom fram, at hann hevði brotið frástøðukrøvini við at kyssa starvsfólk og góða vin sín á ráðharraskrivstovuni. Johnson stuðlaði Hancock, tá gølan varð avdúkað.

Aðrar gølur:

* Konservativi flokkurin hevur verið raktur av fleiri málum, har limir eru ákærdir fyri kynsligan ágang. Í tveimum av málunum máttu teir leggja frá sær.

Imran Ahmad Khan varð fyrr í ár dømdur fyri kynsligan ágang ímóti einum 15 ára gomlum dreingi.

Konservativi tinglimurin Neil Parish mátti leggja frá sær í apríl. Tað mátti hann sum avleiðing av, at hann hevði hugt eftir pornografiskum tilfari á telefon sínin í Undirhúsinum.

* So er tað Owen Paterson-málið, har Johnson hevði fingið harðar atfinningar, eftir at hann hevði noktað at skerpa agareglurnar í tinginum.

Høvið var tann konservativi Owen Paterson. Hann varð avdúkaðaur fyri at hava gjørt lobbyarbeiði fyri stjórnini vegna privatar veitarar. Málið hevur sambært miðlum luktað langan veg av mutri.

Keldur: Reuters og BBC.

/ritzau/

 

Handout/AFP/Ritzau Scanpix