Danska veðurstovan roknar við, at veðrið verður gott út á dagin í dag.
Veðurstovan sigur, at í morgun verður 3-8 m/s av landnyðringi ella ymsum ættum. Tað verður skýggjað og onkur æl.
Seinni í dag verður turrari veður og sólin kagar fram.
Hitin verður millum 10 og 13 stig.