Góður svartkjaftafiskiskapur

Fleiri skip landa svartkjaft til Havsbrún nú um dagarnar

Heimasíðan hjá Jóanis Nielsen veit at siga, at í gjár kom Fagraberg á Fuglafjørð við góðum 3.000 tonsum av svartkjafti, sum bleiv landaður til Havbrún. Í kvøld kemur Jupiter eftir ætlan eisini á Fuglafjørð at landa. Teir hava um 2.600 tons av svartkjafti í lastini.

 

Bæði Fagraberg og Jupiter hava roynt í ES-sjógvi vestur úr Hebridunum, har Tróndur í Gøtu eisini roynir, og somuleiðis royna fleiri donsk nótaskip har á leiðini.