Góður streymur og nógvir bátar

Í gjár vóru nógvar fjalar á floti, og bátar sóust víða um í firðum og sundum.

Í gjár var gott veður, og nógvur bátur var at síggja ymsastaðni í firðum og sundum. Soleiðis var eisini í Nólsoyarfirði.

 

Hetta vóru leygardagsfiskimenn, sum vit rópa teir, ið vóru farnir at fáa sær nakrar fiskar. 

 

Menn siga, at nakað av fiski er at fáa á snøri og snellu, og nú skuldi eisini farið at gingið móti frægari smáfiskatíð.

 

Lítið er at hoyra um vinnuligan útróður. Teir fyrstu dagarnar í vikuni, sum kemur, verður streymurin góður, men hann harðnar út á vikuna.

 

Á Fiskamarknaði Føroya hava tey vónir um, at nakað verður av vinnuligum útróðri teir næstu dagarnar, tí útlit eru eisini til, at veðrið verður gott.

 

- Bátarnir fáa eina blanding av toski og hýsu og so nakað av hvítingi. Onkur roynir eisini við kalvalínu, sigur marknaðurin.