Fríði & Jens Marni hava spælt fyri løtu síðani. Fríði sang síni hitt, og harumframt sang hann nøkur kend kopiløg. Ein varslig byrjan, men ein kann ei vænta meir av tveimum monnum. Fríði sang væl og væl stuðlaður av Jens Marna. Fólkið vildi hava kendar sangir, og tað fingu tey.
Næsta navnið á pallinum var Amina og Branco. Tað var skjótt, at Amina sjarmeraði seg inná fjøldina. Hon hevði lært seg at tosa føroyskt. Tað kom hon bara heilt væl frá. Tónleikurin er nýmótans danskur poppur, har ein bíðaði til hittið kom. Um hon sang gott, er ikki nemt at meta um.
Branco fekk Voxbotn at pumpa. Allur bassurin var koyrdur fulldrøn, so ein yvast ikki at ein var komin til ein popp-fest. Fleiri og fleiri fólk koma oman í Voxbotn. So tað verður nokk ein stór fest, tá ið tey stóru nøvnini koma á pallin.
Her eru nakrar myndir:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##