Góður sigur og gott spæl í løtum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Víkingi taka samanum 4-1 sigurin á Skála

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, aftaná hann saman við spælarum sínum hevði vunnið 4-1 ímóti Skála í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Sámal Erik Hentze ásannar, at tað var ein heldur tung byrjan í fyrra hálvleiki, tá teir vóru aftanfyri 0-1, men hann heldur, at Víkingur kom sterkt aftur í seinna hálvleiki við fýra málum, og sera góðum spæli í løtum.

 

Sámal Erik Hentze heldur ikki, at Víkingur hevur ein "álopstrupuleika", sum onkur tosar um, tí Filip Djordjevic gjørdi tað framúr í álopinum í dag.