Fólkatalið í Føroyum heldur fram at vaksa. 1. juni í ár búðu 53.358 fólk í Føroyum. Síðan 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 834 fólkum svarandi til 1,6%.
Kommunurnar rundan um tunnilsmunnan á Eysturoyartunlinum eysturoyarmegin hava havt fittan fólkavøkstur seinasta árið.
Í Runavíkar kommunu vaks fólkatalið við 80 fólkum, sum svarar til 2,1 prosent.
Í Nes kommunu vaks fólkatalið við 50 fólkum, sum varar til 3,7 prosent.
Í Sjóvar kommunu vaks fólkatalið við 35 fólkum, sum svarar til 3,2 prosent.
Eisini í Tórshavnar kommunu vaks fólkatalið. Har vórðu 390 fólk fleiri, og tað svarar til 1,8 prosent.











