Góður dagur hjá føroyingunum

Viljormur Davidsen spældi allan dystin fyri Vejle, meðan Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson eisini spældu ein leiklut fyri Silkeborg í kvøld.

Fult umfar hevur verið í næstbestu donsku deildini í kvøld.

 

Vejle við Viljormur Davidsen á vøllinum allar 90 minuttirnar, vann torføra útidystin móti Hobro, ið annars hevur ligið nummar 1 í deildini tað mesta av kappingarárinum. Viljormur Davidsen leikti í kvøld í miðverjuni og ikki á vinstra bakki sum vanligt. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Vejle. 

 

Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson vóru eisini báðir innskiftir fyri Silkeborg, tá Silkeborg í kvøld vann 4-0 móti Fredericia á heimavølli. Christian Lamhauge Holst spældi umleið 20 minuttir, meðan Ari Mohr Jónsson spældi umleið 10 minuttir. Tað eydnaðist eisini Christian Lamhauge Holst at koma á máltalvuna. Hann skoraði til 4-0 í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat dystinum.

 

Silkeborg liggur í løtuni nummar 1 í næstbestu donsku deildini. Tí er tað væntandi, at Silkeborg er millum tey bæði liðini, ið flyta beinleiðis upp í bestu deildini. Silkeborg hevur 3 stig niður til nummar 2 og 5 stig niður til nummar 3. Á teimum plássunum liggja Hobro og Lyngby.

 

Vejle er á einum 7 plássið í deildini. Sigurin í kvøld ber við sær, at Vejle einki hevur at spæla fyri, tað sum eftir er av kappingini. Vejle fær hvørki blanda seg við í oddastríðið ella botnstríðið.