Vit í Tjóðveldi taka størstu frástøðu frá ætlanini um at skerja túratalið hjá Smyrli. Hinvegin eigur landsstýrismaðurin heldur at virka fyri at hækka um túratalið.
Tað er átaluvert at 10 % av fólkinum soleiðis skulu vera fyri vanbýti. Samstundis sum landið verður samanbygt aðrastaðni verður suðuroyarleiðin niðurlaga á ein háttur, sum bæði er til ampa fyri fólk, vinnulív, trivnað og menning í oynni.
Hesum boðar Tjóveldi frá í kvøld í skrivi, ið er undirskrivað av Sirið Stenberg, suðuroyartingkvinnu hjá Tjóveldi.
Í fíggjarlógarviðgerðini, sum nú verður, fer Tjóðveldi sjálvsagt at gera alt fyri at fáa játtanina til Strandferðsluna at hækka, verður sagt í skrivinum.