Góðtaka ikki at pressa sitrónina meira

Kommunulæknafelagið hevur lýsti við verkfalli í morginári klokkan átta. Sáttmálin við kommunulæknarnar gongur í dag.

 

Seinnapartin í gjár viðgjørdi kommunulæknafelagið uppskotið frá Fíggjarmálaráðnum um nýggjan sáttmála – og felagið havnaði uppskotinum. Viðmerkingarnar frá Kommunulæknafelagnum eftir avgerðina eru soljóðandi:

 

»Kommunulæknafelag Føroya hevur seinnapartin viðgjørt seinasta uppskot frá FMR dagfest 30. apríl 2018 og kann als ikki góðtaka uppskotið.

 

Kommunulæknarnir mugu tíverri staðfesta , at vilji ikki enn er til at bøta um sáttmálaviðurskiftini og harvið at fáa fleiri fastar kommunulæknar í starv og á tann hátt betra kvalitetin í arbeiði okkara.

 

Sáttmálin, vit hava viðgjørt seinastu nógvu mánaðarnar, er gamal (frá 2008/2010) og treingir til ábøtur. Eitt av uppskotum hjá FMR er t. d. at niðurleggja eina læknavakt í miðøkinum og harvið gera viðurskiftini hjá borgaranum verri. Tað kann als ikki góðtakast.

 

Tað, vit higartil hava sæð, er í ov stóran mun manglandi vilji og eitt ynski um at ”pressa citrónina enn meira”. Tað góðtaka vit ikki.

 

Kommunulæknafelag Føroya harmast um støðuna, men kennir seg kroyst til at lýsa til verkfall frá hósmorgni 3. mai kl 8.00 fyri økið, ið er umfatað av sáttmálaumráðið okkara.

 

Talan er um kommunulæknaarbeiði í dagtíð og úrtíð.«