Nógv høvdu ikki roknað við, at seyðurin í ár fer at roynast nakað serligur, nú várið og summarið royndust so svikalig. Eina viku inn í mai mánaða í ár fór at kava, og norðanfyri legðist nærmast stórkavi.
Vánaligu veðurlíkindini gjørdu eisini, at gróðurin kom seint, og eitt nú fóru eplini hjá teimum, sum velta, seint í moldina, seinast í mai ella fyrst í juni.
Eitt er, hvussu hagaseyðurin roynist. Annað er, hvussu heimaseyðurin vignast. Enn hava teir fæstu hagarnir verið á fjalli, men fleiri hava tikið heimaseyð.
Í gjárkvøldið flettu teir átta veturgamlar veðrar í einum kjallara á Sandi, og hesir lógu allir úr stívliga 50 pundum og upp í 60 pund, sum er góður seyður.
Ein tværvetur gamal veður var eisini. Hetta var ein seyður, sum ikki loysti seg at taka í fjør heyst, og hesin vigaði eisini um tey seksti pundini.
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum myndir av veðrum, lombum og flettingarfólki saman við lítlum teksti - til in.fo. Sendast kann á post@sosialurin.fo









