Á seinsummardøgum á Sandi hava Ørvaroddar í góðveðrnum í dag langtíðarstokt grísar, sum fólk nú hava høvi at keypa og eta í tjaldinum við kommunuskrivstovuna.
Ørvaroddar siga, at teir fara at selja góðu bitarnar til umleið klokkan 22 í kvøld, og teir lata heilsa og siga, at her er matur til nøkur hundrað fólk, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Í dag hevur Birgir Enni eisini staðið fyri ókeypis smakkiroyndum við laksi hjá Mowi og fólk, sum royndu laksin, siga, at hetta vóru fantastiska góðir bitar.
- Higartil hava vit latið fleiri enn 400 slíkar smakkiroyndir út úr tjaldinum, segði Birgir Enni, tá vit hittu hann seinnapartin. Tá vóru framvegis fleiri, sum ikki høvdu fingið.
Nú klokkan 19 verða fleiri tónleikaframførslur á pallinum í tjaldinum, og seinni í kvøld fer bólkurin, Black Birds, at spæla til dans í Virkinum.
##med2##
##med3##