Góðan morgun, kæru innsavnarar

“Ongin er vorðin fátækur av at geva.” (Dagbók Onnu Franks)  Anna Frank og familja hennara goymdu seg inni undan týskarunum í fleiri ár, hon hevði mist sítt frælsi og var mangan um at gerast vitleys í fangaskapi sínum. Tá ein so illa sperd genta kundi koma til hesa niðurstøða, at ongin nakrantíð er vorðin fátækur av at geva, so kunnu vit ikki annað enn ásanna styrkina í hesum sannleika.

 

Í dag eru tit innsavnarar farin undir eitt sera týdningarmikið arbeiði!

 

Tit tæna Reyða Krossi, einum felagsskapi, sum síðan stovnan hevur verið í nærum øllum heimsins brennideplum. Longu í tiltikna stríðnum í 1864 við Dybbøl fyri 150 árum síðani, í Koreakrígnum, við náttúruvanlukkur á Hahiti, í Miðeystri, í Afrika.. ja, víða um hevur felagsskapurin verið til hjálpar.

 

Reyðikrossarmerkið ber boð um hjálp til neyðstødd um allan heim, og hjálpin fevnir um øll fólk, óansæð hvørji tey eru, ella úr hvørjum uppruna tey eru sprottin, tey eru í neyð og teimum tørvar hjálp.

 

Stovnari felagsins var franski diplomaturin Henry Dunant. Í einari roynd at koma á tal við franska keisaran Napoleon 3 í 1859 kom Dunant framvið vígvøllinum beint uttan fyri býin Solferino í Italia. Har lógu deyðir og særdir hermenn í túsundatali og sløddust á vøllinum, meðan læknar og sjúkrasystrar royndu at hjálpa sum frægast. Og diplomaturin Dunant gloymdi alt um síni upprunaligu ørindi, at fáa keisaran á tal. Í staðin fór hann at hjálpa til við neyðhjálpararbeiðinum. Í einari kirkju nærhendis fann hann lívd og byrjaði at bera særdu hermenninar inn hagar, so at sjúkrasystrar og læknar betri og skjótari kundi viðgera hesar neyðars sjúklingar, og allir skuldu viðgerast, vinir ella fíggindar,  tað var líkamikið.

 

Eyguni á Durant vóru upplatin, og í 1863 stovnaði hann Reyða Kross, ein ópolitiskur felagsskapur við einum endamáli: at hjálpa.

 

Hesum gamla felagsskapi tæna tit í dag. Í veruleikanum eru tit felagsskapurin, tí hann er bara til við fólki sum tykkum.

 

Tá skarðsbáturin gekk burtur í 1913 stóð illa til á Skarði, eingin mannfólk eftir, bara konur og børn, og abbi plagdi at siga frá, hvussu avbera hjálpsom, fólk vóru. Tá bátar úr Klaksvík komu aftur av útróðri norðanfyri, løgdu teir ofta eitt kók upp á land á Kleivini. Um summarið komu menn upp á land við líggja og slerdu bøin. Hetta saman við aðrari hjálp lívgaði um hjá teimum, ið eftir sótu, og soleiðis gingu nøkur ár. Men á Skarði stóð verri til enn so, og hóast góða hjálp og vælvild hevði bygdin fingið mønustingin. Men tað merkti ikki, at hjálpin einki batti, tvørturímóti; og abbi gloymdi ongantíð hjálpina, og tók hana javnan upp á tungu í takksemi.

 

“We only have what we give.” - Isabel Allende

 

Vit vita, vit eiga at geva teimum, ið treingja. Tí vit byggja land á kristin grundsjónarmið og virðir. Á kristnar tankar hevur mentan okkara í fleiri hundrað ár funnið sín grundvøll. Reyði Krossur ber eisini krossmerkið sum eyðkenni, hin reyði krossurin á hvítari grund.

 

Vit kenna frásøgnina hjá Markusi um fátæku einkjuna. Í templinum varð eygleitt, hvussu mannfjøldin legði pengar í tempulkistuna, og mong rík løgdu nógv. So var tað einkjan, ið legði tveir smápengar, men hevði lagt mest! Tí, hini løgdu av tí nógva, sum tey høvdu til avlops, meðan einkjan legði av fátækdómi sínum alt tað, hon átti, alla ogn sína.

 

Vit bera orð fyri at vera eitt  gávumilt samfelag, og vit taka okkum av teimum veiku og sjúku og annars av fleiri orsøkum illa komnum. Í okkara samfelag veita vit tørvandi hjálp, og vit eiga eisini at lata gávumildi røkka út um okkum sjálv og veita øðrum fólkasløgum, ið líða neyð. Og Reyði Krossur er virkin felagsskapur, bæði nær og fjar.

 

Her hjá okkum eru mong, ið nýta gott av handlunum kring landið, sum Reyði Krossur við sjálvbodnari arbeiðsmegi tekur sær av. Ikki so sjáldan vitji eg sjálv í bókahandlinum í Vágsbotni, og manga henta bókina havi eg glað havt við mær til hús aftur. Gævi fáu oyruni aftur fyri eisini hava givið teimum hentleika, ið tørva tey.

 

Ongum felagsskapi er lív lagað uttan góð fólk, og her eru tit, sjálvbodnu innsavnarar, ein grundstuðul, ein ómetaligur dýrgripur fyri felagsskapin. Eg fari at takka tykkum fyri, tit eru á staðnum. Antin sum samarittar á stevnum, festivalum og størri tiltøkum at veita okkum trygd. Sum læknahjálp á vígvøllinum ella sum tit í dag: innsavnarar, ið gera arbeiðið hjá felagsskapinum gjørligt.

 

“The best way to not feel hopeless is to get up and do something. Don’t wait for good things to happen to you. If you go out and make some good things happen, you will fill the world with hope, you will fill yourself with hope.”

― Barack Obama

 

 

Eg ynski tykkum ein góðan dag og Reyðakrossi blíðan byr

 

Óluva Klettskarð