Góða ólavsøku!

Um lítlan hálvan tíma verður ólavsøkan sett.

Ólavsøkuaftan er, og býráðslimir, hornblásarar og ítróttarfólk gera seg nú til reiðar at fara omaneftir Niels Finsensgøtu á Vaglið til setanina.

 

Longu 25. juli varð hol sett á ólavsøkuskránna í bóklinginum frá Tórshavnar Kommunu, sum er at finna í sølubúðum, við ymsum listaframsýningum og tiltøkum. Í dag verður ólavsøkan av álvara sett við skrúðgonguni og setanarrøðuni frá Tóru við Keldu, forkvinnu í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum.

 

Sjálv setanin byrjar klokkan 14, og tá tekur ólavsøkuskráin av álvara við, við hópin av tiltøkum, framsýningum, eydnuspølum og matarstøðum.