Fyriskipararnir av Oyggjaleikum hava nú sent út ein fyribils startlista til leikirnar á Oyggjaleikum nú um góðar 2 vikur, sum vísir at Føroyar liggja væl fyri til at taka heiðursmerki. Hóast harða kapping frá til dømis Fraser-beiggjunum av Cayman, so verða okkara svimjarar 9 ferðir styrkismettir til at taka gull, 8 ferðir til at taka silvur og 11 ferðir til bronsu, áðrenn liðsvimjingarnar eru taldar við, skrivar heimasíðan svimjing.com.
Pál Joensen er sjálvsagt okkara sterkasta kort, sum snøgt sagt skal vera heilt illa fyri, áðrenn hann ikki vinnur gull í serliga 400m og 1500m frí. Tó eru eisini góðar vónir til Sáru Nysted, serliga í 400m blandað og 800m frí.
Á heimasíðuni svimjing.com hevur Rókur Jákupsson gjørt eitt yvirlit yvir styrkismetingina hjá øllum føroysku svimjarunum.
Allur listin sæst við at trýsta her.