Góð tilbúgving og gott kaffi í Vágum

- Øll fólkini, sum vendu oman aftur av Sandavágshálsi í gjár, komu inn á sløkkiliðsstøðina á bryggjuni, har Bjarni Prior, borgarstjóri, tók ímóti og bjóðaði kaffi.

 

- Náttina til hósdagin hevði kavað illa, og tá flogfarið hjá Atlansflogi lendi seint um kvøldið, var ikki koyrandi um Sandavágsháls, og einir 15 bilar stóðu fastir í kavanum.

 

Tað siga tey í Vága kommunu í dag. 

 

Men, tilbúgvingin í kommununi er góð. Á miðjari nátt varð heitt á sløkkiliðið í Vága kommunu um at hjálpa, tí Landsverk byrjaði ikki at grava aftur fyrr enn klokkan 05 morgunin eftir.

 

- Dánjal Pauli Poulsen, tilbúgvingarleiðari og Jónhard Selfoss frá sløkkiliðnum, fóru niðan á Háls og fingu einar 10 bilar oman til Sandavágs. Aðrir bilar vórðu hjálptir oman til Vágatunnilin. 

 

Í Vága kommunu siga tey, at øll fólkini, sum vendu oman aftur av Sandavágshálsi, komu inn á sløkkiliðsstøðina á bryggjuni, har Bjarni Prior, borgarstjóri, tók ímóti og bjóðaði kaffi.

 

##med2##

 

Meðan fólkini vóru inni á støðini, fór Jónhard Selfoss, sum bæði er partur av sløkkiliðnum og maskinførari hjá Vága kommunu, í gongd við kavarudding á Hálsi, so floggestirnir kundu sleppa til hús.

 

- Klokkan 03.30 fylgdi Dánjal Pauli Poulsen øllum trygt til tunnilsmunnan í Vágatunlinum, siga tey í kommununi í dag.

 

Í Vága kommunu ásanna tey eisini, at góð tilbúgving og fólk, sum eru til reiðar at hjálpa, tá ástendur, hava stóran týdning í einari kommunu.

 

##med3##

 

 

 

Dánjal Pauli Poulsen, tilbúgvingarleiðari, tók myndirnar.