Góð tíðindi til tey sum ræðast tannlækna

Skerandi ljóðið frá borinum og undarliga kenslan í høvdinum er nóg mikið til at geva vaksnum monnum kaldasveitta.

Skerandi ljóðið frá borinum hjá tannlæknanum og undarliga kenslan, tú hevur í høvdinum, tá borað verður, er nóg mikið til at geva vaksnum monnum kaldasveitta.

 

Nú er ein spildurnýggj viðgerð á veg til tannlæknastovur í eitt nú Danmark, sum í fleiri førum kann brúkast í staðin fyri borin. Talan er um eina pínuleysa lakkering av holinum í tonnini.

 

- Tað er altíð keðiligt, tá neyðugt er at bora í eina tonn. Fyllan í tonnini heldur í avmarkaða tíð, og við tíðini viknar tonnin.

 

Vibeke Qvist, lektor, dr. odont, sum starvast við Tannlæknaskúlan á Universitetinum í Keypmannahavn, sigur, at um sleppast kann undan at bora í tenninar, gerast langtíðarútlitini fyri tenninar betri.

 

Hon er ein av granskarunum, sum hava kannað, um forsegling við plastlakkering av smærri holum í tonnunum er ein trygg og góð viðgerð. Úrslitini í sonevndu Seal-verkætlanini eru ógvuliga positiv.

 

- Forseglingin, sum verður rópt "seal", ger, at bakteriurnar, sum eru í tannholinum, ikki fáa nakað føðsluevni, og tí minkar talið av bakterium eftir stuttari tíð, sigur Vibeke Qvist, granskari, við www.helse.dk.