Góð læknahús neyðug

Viðv.: Viðmerkingum til kommunulæknaskipanarlógina, sum sendar eru landsstýrinum

Stýrið í FKF hevur havt omanfyrinevnda mál til viðgerðar og hevur hesar viðmerkingar:


Til lógina:

Alment verður tað hildið vera løgið, at hesin spurningur verður tikin upp nú ætlanir eru frammi um at broyta kommunubygnaðin og helst eisini læknadømini.

Sambært lógini sum heild er tað landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum hevur alt at siga, meðan kommunurnar eru statistar, sum gjalda ein ávísan part av útreiðslunum, eftir avgerðum, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum tekur.

Hetta bendir ikki á eina skipan, har størri ábyrgd verður løgd á kommunurnar.

Við einum møguligum broyttum kommunubygnaði og ábyrgdarbýti og somuleiðis eisini møguligum umskipaðum læknadømum so er greitt at meira má gerast við tey umsitingarligu organini við útreiðslubýti. Greitt er, at hetta uppskotið nøktar als ikki tann tørvin.

Tann stóri trupulleikin hjá fleiri læknadømum er eitt hóttandi læknatrot, millum annað tí, at læknar ikki fáa sær fastan bústað í hesum læknadømum.

Hesi somu læknadømi mugu tí hava góð læknahús tøk, og sambært uppskotinum eisini til avloysara. Hesar kommunur eru fíggjarliga veikar og tí vil felagið fegið koma á fund við landsstýrið um hetta vandamál.

Umframt eigur tað í lógini at vera ásett hvussu útreiðslurnar skulu býtast, t.d. helvtin eftir fólkatalinum og helvtin eftir skattainntøkuni.


Viðmerkingar til

sáttmálan:

Til §2: Læknin skal hava bústað innan fyri tað økið, sum verður avgjørt í tilnevningini og hann skal altíð vera at hitta í læknadøminum.

§4: Kommunurnar útvega viðtaluhøli við neyðugum innbúgvi og amboðum til kommunulæknan eins og tað liggur á kommununum at hava rúm tøkt, har læknin eftir fastari skipan hevur viðtalu uttan fyri høvuðsviðtalustaðið.

Kommunufelagið kannar í løtuni ymiskt í sambandi við læknaútbúnað við tí í hyggju at fáa hesi viðurskifti javnari frá einari kommunu til aðra.


Fyri felagið

Jógvan K. Mørkøre, form.