##med2##
Í dag er svartur fríggjadagur, og tað er ein av allarstørstu útsøludøgum í árinum. Tískil er væntandi at nógv fólk fara á útsølu í dag. Men korona kann fylgja við, sum ein ósjónligur gestur, sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu.
Tí heitir hann á fólk um at ansa eftir, og eitt tilmæli frá honum er, at fólk, sum fara á útølu í dag, fara í masku. Hann sigur, at nýggjar kanningar vísa, at maskur verja rættiliga væl og tí heldur hann, at. tað eru hyggjuráðini ein dag sum í dag.
Men hann sigur eisini, at maskurnar eru ein støðug áminning um, at vit eru í eini farsóttartíð.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvørji tilmæli, Pál Weihe hevur til tey, sum fara á útsølu í dag.