Góð føðingardagsgáva hjá Viljormi

Føroyski landsliðsleikarin var avgerandi leikarin, tá Vejle í gjár vann venjingardyst móti Marienlyst

Leygardagin hevði føroyski landsliðsleikarin Viljormur Davidsen føðingardag. Og sunnudagin fekk hann eina rimmar føðingardagsgávu, tá føroyski landsliðsleikarin fyrst skoraði eitt og síðani legði upp til eitt, tá Vejle í seinasta venjingardystinum áðrenn kappingin byrjar, vann móti Marienlyst.

 

Viljormur Davidsen byrjaði annars dystin á bonkinum og var ikki skiftur inn fyrrenn 67 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá var støðan 1-0 til Marienlyst.

 

Tá 69 minuttir vóru leiktir av dystinum, javnaði føroyski landsliðsleikarin fyri Vejle við góðum fluktara.

 

10 minuttir fyri leiklok átti føroyski landsliðsleikarin aftur týðandi fót í sigrinum. Viljormur Davidsen skeyt innlegg til Patrick Rasmussen, ið skoraði til endaligu støðuna 2-1.

 

NordicBet deildin í Danmark byrjar leygardagin tann 26. Juli. Tá spælir Vejle á heimavølli móti Brønshøj.