Hetta vikuskiftið byrjaði nýggja kappingarárið í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini. Deildin telur fleiri føroyingar, og tveir av teimum vóru í dysti í dag. Hallur Hansson fyri Vendsyssel og Jóan Símun Edmundsson fyri Vejle.
Og sigast má, at tað var Hallur, ið fekk betru kappingarársbyrjanina av hesum báðum. Vendsyssel leikti fyrr í dag á útivølli ímóti Skive, og hendan dystin vunnu Hallur Hansson og liðfelagar hansara 0-2. Hallur byrjaði inni og spældi í 67 minuttir, áðrenn hann varð útskiftur.
Vejle tók á heimavølli ímóti Fredericia. Jóan Símun byrjaði inni sum hangandi áleypari og spældi inntil 59. minutt, tá ið hann, júst sum Hallur, bleiv útskiftur. Dysturin hjá Vejle endaði 1-1.
Bæði Vendsyssel og Vejle telja hvør sín føroying afturat í hópi sínum, sum ikki spældu við í dag. René Shaki Joensen er júst komin til felagið og var ikki úttikin hjá Vendsyssel, meðan Viljormur Davidsen hjá Vejle er langtíðarskaddur










