Góð 22 tons fyri 300.000 krónur

Fríggjadagin seldi Fiskamarknaður Føroya 22,2 tons av fiski fyri stívliga 300.000 krónur.

Fríggjadagin seldi Fiskamarknaður Føroya 22,2 tons av fiski fyri stívliga 300.000 krónur.

 

Tað gevur ein samanlagdan miðalprís fyri øll fiskasløgini á 13,56 krónur fyri kilo.

 

Henda dagin var mest av toski á marknaðinum, sløk 10 tons, og eini 4 tons vóru av hýsu.

 

Haraftrat vóru 3,5 tons av upsa og umleið 2 tons av longu.

 

Besti miðalprísur fyri tosk var 18,23, fyri hýsu 20,30, fyri upsa 10,73, og besti miðalprísur fyri longu var 12 krónur fyri kilo.