Á Tekniska skúla í Havn eru øðrvísi undirvísingarhættir tiknir í nýtslu. Tríggir lærarar, ávikavist av bildeildini, maskindeildini og úr smiðjuni, slóu seg í vetur saman og góvu tveimum lærlingaflokkum eina óvanliga, men spennandi uppgávu.
Lærlingarnir, sum júst eru byrjaðir at læra til bilmekanikarar og maskinsmiðir, vórðu býttir í tvey lið. Síðani skuldu liðini tekna, byggja og at enda eisini kappkoyra tveir bilar.
Fyri hvønn part av arbeiðnum fingu liðini stig, og tað liðið, ið hevði flest stig eftir kappkoyringina, vann vikuskiftispass til G!.
Tá skúlagongdin byrjaði í januar, vóru lærlingarnir og bowlaðu. Stigini, sum liðini fingu á bowlingbananum, taldu eisini við í kappingini.
Liðini itu A og B, og tá avtornaði var tað lið A, ið dróg longra stráðið. Teir sleppa sostatt eitt vikuskifti á G! Lið B fóru tó ikki tómhentir til hús, tí Formula stuðlaði taparunum við atgongumerkjum til Pipar&Salt framførðsluna, sum verður seinni í summar.