Fyrrapartin í morgin fara norsku myndugleikarnir at taka støðu til, hvat teir skulu gera við íslendska bingjuskipið Goðafoss, sum sigldi á ein flúr við oynna Hvaler í Oslofjørðinum í gjár. Teir fara eisini at ráðføra seg við íslendska reiðaríið Eimskip, sum eigur skipið.
Ein talsmaður fyri Eimskip sigur við íslendsku fjølmiðlarnar, at menn skulu millum annað taka støðu til, um bungjurnar skulu takast av skipinum, áðrenn roynt verður at toga tað av flúrinum. Fyrr er komið fram, at 493 bingjur eru umborð á Goðafossi.
Olja er likin úr tveimum tangum, men tann nógvi kuldin ger, at oljan gerst rættiliga tjúkk, tá hon kemur í sjógv, og vandin fyri dálking er ikki so stórur, sum fólk stúrdu fyri av fyrstan tíð.
Tað er ikki greitt enn, hví Goðafoss sigldi á flúrin við Hvaler, tá tað var á veg úr Helsingborg í Svøríki til Frederikstad í Noregi. Skiparin hevur verið til avhoyringar.