Rottu- ella músaskarn er funnið í Müsli-pakka, og tí verður sendingin tikin av hillunum aftur.
Nakrir pakkar eru longu seldir í Føroyum.
- Tað er funnið fremmandalutur í einum pakka av Müsli. Møguleiki er fyri, at talan kann verða um skarn frá gnaðarum,tað vil siga millum annað rotta ella mús, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á síni heimasíðu.
Tí heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk um at koyra vøruna burtur ella lata hana aftur til handilin, har hon er keypt.
Talan er um vøruna, Kornkammeret økologisk Müsli, sum er pakkað 3. mei og heldur sær til 15. februar næsta ár.
Virkið, sum afturkallar, er danskt og eitur Läntmannen Cerealia og heldur til í Vejle.