GM og Fiat umhugsa at keypa Daewoo

Herfyri frættu vit gjøgnum fjølmiðlarnar, at Daewoo fyritøkan í Korea var farin á húsagang.

 

Bilar

Magnus Gunnarsson



Herfyri frættu vit gjøgnum fjølmiðlarnar, at Daewoo fyritøkan í Korea var farin á húsagang. Hetta er ikki heilt rætt, tí sannleikin er, at Daewoo er farin í gjaldssteðg, fyri at framskunda eina umlegging av fyritøkuni.


Umlegging av Deawoo

Í einum tíðindaskrivi frá danska umboðnum, Daewoo Danmark/Dankor Autoimport A/S, verður sagt, at núverandi støðan onga ávirkan hevur á teirra virksemi. Nevndarformaðurin, Anders Bruun, hevur javnan samband við útflutningsstýrið í Korea, har sagt verður, at gjaldsteðg-urin er settur í gongd fyri at framskunda tilgongdina við at finna ta røttu loysnina, so teir munadygt og skjótt kunnu fremja eina umlegging av Daewoo. Hetta verður váttað av tíðindafólkum, sum hava innlit í støðuna.


Alt sum higartil

Íkomna støðan er eitt úrslit av einum valdstríði millum kreditorar og yrkisfeløgini í Korea, sum ikki hava víst nóg góðan samarbeiðsvilja í umleggingartilgongdini. Tað at General Motors saman við Fiat hava áhuga í at keypa Daewoo, hevur verið viðvirkandi til gjaldssteðgin. Bilaframleiðslan heldur áfram sum vanligt og fleiri nýggj modell av Daewoo eru ávegis til Danmarkar við skipi. Hjá Daewoo umboðnum í Føroyum, P/F Esmar Simonsen, verða ongar broytingar og bilasølan heldur áfram sum higartil.


Kelda: Daewoo Danmart / Dankor Autoimport A/S