Tórshavnar kommuna hevur biðið óheft kanna, hví Glyvursvegurin á Argjum verður meiri enn tvær ferðir so dýrur sum upprunaliga ætlað. Ábyrgdin skal eisini staðfestast Sjúrður Olsen, sum annar varaborgarstjóri, og sum umboðar Fólkaflokkin í býráðnum, hevur sagt, at Glyvursvegurin er tann størsta byggigølan í landinum, og nú skal málið kannast.
Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at bygginevndin, sum skuldi hava eftirlit við Glyvursvegnum, hevur ikki virkað.
Andstøðan í býráðnum sigur, at Glyvursvegurin verður 27 mill. krónur enn ætlað, men Marin Katrina Frýdal vil vera við, at meirkostnaðurin verður í mesta lagi 20 mill. krónur.
Nú hevur býráðið biðið fólk uttan fyri umsitingina kanna málið.









