VEGUR
Tekniskanevnd hjá Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at farast skal undir arbeiðið at gera tann sokallaða Glyvursvegin.
Talan er um eina slóðbrótandi verkætlan, tá hugsað verður um verandi vegakerv og atkomumøguleikararnir til og frá Argjum.
Sjúrður Olsen, formaður fyri tekniskunevnd, sigur, at endalig avgerð nú er tikin um at fara ígongd við arbeiðið, og nevndin hevur eisini samtykt linjutekningina fyri vegin.
Vegurin verður av formanninum í tekniskunevnd róptur fyri ein innari ringvegur. Glyvursvegurin skal knýta Argir og ringvegin, t.e. Marknagilsvegurin í hesum førinum, saman.
Ein partur av verkætlanini verður ein brúgv um Sandá, sum eisini er gamla markið millum Havnina og Argir.
Sum tað eisini sæst á kortinum, so fer Glyvursvegurin at vera nakað omanfyri kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Vegurin gongur so tvørturum Sandá og verður knýttur saman við Reynsgøtu, har ætlanin er at hava eina rundkoyring. Vegurin heldur síðani áfram nakað omanfyri verandi veg. Vegurin fer at vera skamt omanfyri samkomuhúsið Hebron og Vørubrekku. Glyvursvegurin verður knýttur saman við verandi veg út á Hamaran, men heldur fram omanfyri verandi veg út móti Glyvursnesi.
Liðugt í 2004
Í fyrsu atløgu er ætlanin at gera tann partin av verkætlanini, ið knýtur nýggja vegin saman við Reynsgøtu.
Sjúrður Olsen upplýsir, at arbeiðið eftir ætlan verður bjóðað út í januar. Kostnaðurin verður fyribils mettur til at liggja einastaðni millum 10 og 11 milliónir. Tað hevur stóran týdning fyri kostnaðin, hvat fyri slag av brúgv, valt verður at gera um Sandá.
?Vit hava sett fimm milliónir av til vegin í 2003, og restin verður so sett av á fíggjarætlanini fyri 2004, sigur Sjúrður Olsen.
Roknað verður við, at hesin fyrsti parturin av Glyvursvegurin verður liðugur einaferð í 2004. Sjúrður Olsen sigur seg ikki kunna siga nakað nærri um, nær í árinum vegurin verður liðugur.
Enn er ikki greitt, nær farið verður undir at restina av Glyvursvegnum. Sjúrður Olsen sigur, at metingarnar higartil benda á, at kostnaðurin fyri at allan Glyvursvegin lidnan fer at liggja um 14 milliónir.
?Vit vilja leiða ferðsluna betri í býnum, og geva øllum økjum betri atkomumøguleikar, sigur Sjúrður Olsen, tá spurt verður um orsøkina til, at farið verður undir at gera Glyvursvegin.
?Tað hevur víst seg, at ringvegurin hevur minkað nógv um trýstið í býnum. Tað er proppur í býnum, tá arbeiðið skal gerast á ringvegnum, og neyðugt verður at lata aftur á summum vegastrekkjum, sigur Sjúrður Olsen.
Eftir føroyskum metum er Argir eisini ein stór bygd, og higartin hevur bert verið tann eini møguleikan at ferðast til og frá, men hetta verður bert í eina tíð afturat.