Glyvradalur

Vanur lá dalur frá fornari tíð

Latin úr alvísum hondum

í eystri sæst havið við Lambalíð

alt albeitt at fjørusondum


So friðfylt reisir seg Glyvrafjall

Við liðina Gásafelli

Høgaleiti og Reynabrúgv

Hvítna av mosa og elli


So grøn er líðin og ovara lág

og Tungubrúgv er har digst íhjá

Við spælandi lombum um summartíð

Á hjálmabakka og grasgóðu líð


Nú stoytt er við klettin um Kópafles

Tað andar av hvirru um flúr og nes

Um Skammarøkur og Illendisstøð

Grasgóðan haga til ovastu røð


Góðveður tám hylir hól og heyt

Ógloymandi summarløtur

Brandandi sól á vesturleið

Gyllir Glyvradals fløtur 



John Reynbú 20/3-08