Tað er enn ikki endaliga staðfest, hví eldur kom í Glyvra skúla á morgni hin 9. september í ár.
- Málið, sum liggur hjá løgregluni í Klaksvík, verður framvegis kannað, og fleiri avhoyringar skulu gerast.
Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
- Vit skulu avhoyra fleiri næmingar, lærarar og foreldur, áðrenn vit kunnu siga nakað neyvari um hendingina.
Vaktleiðarin helt fyri, at kanska verður meira at frætta um eldin í Glyvra skúla um eina viku ella so.