Glyvra Bio rivið niður

Gamla Støkkhøllin á Glyvrum, sum í síni tíð var Losjan Skjøldur og eisini Glyvra Bio, fer nú í søguna, tí maskinur eru farnar í holt við at ríva hana niður.

Fimleikafelagið Støkk hevur í mong ár húsast í bygninginum, sum seinnu árini tó hevur verið í so vánaligum standi, at hann ikki kundi brúkast.

Støkk gjørdi avtalu við Runavíkar kommunu, sum yvirtók gomlu høllina og nú tekur hana niður, sum sæst á myndini frá heimasíðuni hjá Støkk.

Samstundis er nýggj fimleikahøll í gerð við millum ítróttarhøllini og fótbóltsvøllin við Løkin, og nú síggja tey í Støkk fram til, at tey har fara at fáa góð, nútímans høli til virksemið.