Glyvra Bio hoknar

Soleiðis skrivar Tórbjørn Jac­ob­sen á Facebook:
– Nostalgi'in fær ein hvøkk. Tað kann koma fyri, og tað hendi í dag. Vit vóru nakr­ir, sum leitaðu okkum inn í losjuna Skjøldur og Glyvra Bio í dag, mest fyri at síggja hvussu ringt skilið var vorð­ið, og tað er so út av lagi, at har gerst eftir øllum at døma onki.

– Hetta var í áratíggju stað­ið, har sum alt kundi henda. Losjufundir, dansur, bar­dag­ar, fríggj, politiskir fund­ir, krist­i­lig­ir fund­ir, kyk­mynd­a­fram­sýn­ing­ar, av­hald og drukk. Eitt multihús - alt á einum mat­r­i­k­uli. So segði ­hann, her lærdi­ man to­talt frá­­hald í syðra end­a­num og í norð­ara part­inum bar seinri til at læra seg kynstrið at smakka sær á.

Tolerancan var øgilig – ja, næstan full­kom­in. Tí hev­ur tað verið við sorg­blídni, at man hevur eyg­leitt nið­ur­bræð­ing­ina í eina tíð, og tað ring­asta er helst, at táið ein skansi fell­ur, kemur onki lík­inda tilboð í­staðin. Tað er kanska ein komm­unalur spurn­ingur, sum fólksins tæn­arar (eisini ung­dómsins tæn­arar) kunnu gera nakað við?