Glymur fer á konsertferð

Kórið Glymur ger seg klárt til eina konsertferð til Álands og Bornholm

Kórið Glymur ger seg klárt til eina konsertferð til Álands og Bornholm.

Við á ferðini verða 34 sangarar, umframt kórleiðarin Bjarni Berg og pianisturin Stamen Stanchev.

Kórið leggur út við konsert í hølunum hjá Grímu sunnudagin 9. apríl kl. 17.00 við fjølbroyttari skrá. Sungnir verða bæði føroyskir fosturlandssangir og eitt breitt úrvæl av útlendskum rútmiskum songum.

Á Álandi fer Glymur at hava konsert í eini 350 ára gamlari klosturkirkju á oynni Køkar.

Í Mariehamn verður konsertin á álendska musikinstituttinum saman við Cantilena, ið er eitt blandað kór úr Mariehamn. Á Bornholmi syngur Glymur á Rønne Teater.

Arbeitt hevur verið við túrinum í gott tvey ár, og er hann fingin í lag í samstarvi við navnframa Árna Gregersen og Anne-Marie Sundberg, ið var tónleikalærari í Føroyum eitt tíðarskeið.

Men eingin konsertferð uttan stuðul. Glymur takkar tí øllum, sum á ymsan hátt hava gjørttúrin til veruleika. Tað eru Nordisk Kulturfond, Mentanargrunnur Føroya Løgtings, Nomus, Undirvísingar- og Mentamálastýrið, Dansk-Færøsk Kulturfond, Mjólkavirki Búnaðarmanna, Shell og Føroya Lívstrygging.