Gloymskur snýtari

Ein ungur dani var heldur gloymskur, tá ið hann rýmdi frá eini taxa-rokning

Ein ungur dani ætlaði at snúgva sær undan eini taxa-rokning í nátt, men so væl spældi tað ikki av fyri hansara viðkomandi.

 

Ungi danin beiv koyrdur langa vegin til hús úr Keypmannahavn, og tá ið hann skuldi gjalda rokningina, sum ljóðaði á góðar 1.400 krónur, rann hann avstað fyri at sleppa undan rokningini.

 

Men stutta løtu seinni  bankaði løgreglan á dyrnar hjá honum, og bað hann gjalda rokningina. Maðurin hevði nevnliga verið so mikið óansin, at hann hevði gloymt eina tasku eftir hýruvogninum, og í taskuni var samleikaprógv hjá manninum, og tí var lætt hjá løgregluni at finna fram til hansara.