Gloymska við grape

Fyrst í desember kemur nýggj fløga, ið samstundis er fyrsta avrik hjá Unn Patursson sum einstaklingur. Við á fløguni er hópur av tónleikarum og nøvnini borga fyri góðsku. Partur av upptøkunum eru farnar fram í nýggjum upptøkuhølum í Keypmannahavn

 

Unn Patursson er ikki eitt heilt óskrivað blað í føroyskari tónleikasøgu. Hon hevur sungið við eittnú Enekk, Haldurs Café og á útvarpsfløgum og fløgum hjá Ferðslutrygd.

Men eingin útgáva er við Unn Patursson sum einstaklingi. Hetta verður bøtt um nú, tí fyrst í desember kemur fløgan Gloymska við grape.


Borga fyri góðsku

Nýggja fløgan við Unn Patursson er merkt av, at vit liva í Vesturheiminum við poppmentan og MTV. Hetta er við vilja, men vísurøturnar lata seg ikki fjala.

- Eg havi sjálv havt ilt við at eyðmerkja tónleikin, men talan er um popp, sum jú er eitt breitt hugtak. Tó er okkurt vísukent við, sigur Unn Patursson um nýggju fløguna við forvitnisliga heitinum Gloymska við Grape.

Systkinabarn Unn, Ári Patursson, hevur skrivað tveir av tekstunum. Unn hevur skrivað restina og saman við Rógva á Rógvu hevur hon smíða løg. 14 løg eru á fløguni.

Eini 17 tónleikarar eru við, og flestu teirra hava langt síðani prógvað, at navn teirra borgar fyri góðsku. Rógvi á Rógvu leikar trummur og hann hevur eisini framleitt, produserað. Unn tekur sær av sangi og kóri, Leivur Thomsen og Jákup Zachariassen leika guitar, Finnur Hansen, Magnus Johannessen og Kim Hansen leika tangentar, Mikael Blak, Jan Zachariassen og Bárður Háberg leika bass, Kaj Johannessen slagverk og Mortan Zachariassen leikar saxofon. James Olsen hevur vokalt innslag og umframt Unn, so syngja Eyðun Nolsøe og Roin Siggertsson kór.

Navnframi Óli Poulsen ljóðblandar fløguna.


Nýggj upptøkuhøli

Upptøkurnar eru farnar fram í ÚF, á Háskúlanum, heima hjá Rógva á Rógvu, á Oyrasundi á Amager og í nýggju upptøkuhølunum hjá Leivi Thomsen og Eyðfinni Jensen. Hesi bera navnið Media Music Aps.

Jenny W. Poulsen hevur tikið myndir til húsan og Unn Patursson hevur sett upp og tikið sær av tekstinum. Umframt sangtekstir, so sæst eisini júst hvør leikar hvat og hvar.

Unn Patursson lesur í løtuni til bókavørð í Keypmannahavn. Hon hevur gingið á Dark, ið er alternativt musikkonservatorium fyri rútmiskan tónleik.

Unn fegnast um, at tað er eydnast at fáa dugnaligt fólk við, nú hon sjálv gevur fløgu út. Hon drálar, tá hon verður spurd, um hetta er gamal dreymur, men játtar.

- Fyrr havi verið glað fyri at vera við. Tá havi eg verið biðin. Nú havi eg sjálv tikið stig til hetta og leggi nakað fyri onnur, sigur Unn Patursson um fløguna Gloymska við Grape, sum kemur um nakrar vikur.