Tey flestu, sum gloyma, hvar tey hava parkerað bilin, finna rímiliga skjótt út av, hvar bilurin er. Men, soleiðis var ikki hjá einum týskara, sum í 1997 parkeraði sín bil. Tá hann ikki fann bilin aftur, meldaði hann málið til løgregluna.
Tað skrivar lokala tíðindatænastan, Augsberger Allgemein. Lagt verður aftrat, at nú – 20 ár seinni – er burturblivni bilurin komin afturíaftur.
Men, bilurin hjá týskaranum hevði nevniliga ongantíð verið stjolin. Hann hevði staðið á sama staði, har eigarin setti hann í 1997. Maðurin hevði bara gloymt, hvar hann setti bilin.
Tá maðurin og bileigarin, sum í dag er 76 ára gamalur, sá bilin aftur, var hann í so ringum standi, at hann kundi ikki koyra longur. Tískil varð bilurin burturbeindur.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt er hent. Enski miðilin - Independent – veit eisini eina søgu um skotskan bileigara, sum fyrr í ár saknaði sín bil og helt hann vera stjolnan.
Skotin leitaði eftir bilinum í fimm dagar, áðrenn hann gavst at leita. At enda meldaði hann málið til løgregluna. Seks mánaðir seinni varð bilurin funnin – júst har, sum eigarin hevði sett hann.
Bileigarin hevði verið til eina konsert í enska býnum, Manchester, og tá hann fekk bilin aftur, var hann tapetseraður við parkeringsbótum fyri tilsamans 41.000 krónur.