Gloymdu respektina

Vit hava áður sæð okkara dreingir kempað, tacklað og strítt seg til flott úrslit móti stórum fótbóltstjóðum. Men móti Italia var fyrsta ferðin, at føroyska liðið spældi bólt í 90 minuttir, samstundis sum gott úrslit varð fingið móti stórtjóð

Spælaraummæli

 

1. Jákup Mikkelsen, B36, 49 landsdystir/0 mál

Tá hugsað verður um mótstøðuna, so hevði Jákup merkiliga lítið at gera í føroyska málinum. Varð eins og hinir í verjuni púrasta fikseraður av temjingini hjá Inzaghi við fyrra málið, men sýndi í aðrar mátar góðan myndugleika. Seinna málið fekk hann púrta einki gjørt við, og flestu av hinum italsku møguleikunum megnaði Del Piero at sparka langt uppum.

 

3. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 5/0

Hevur seinastu dystirnar víst, at hann í løtuni helst er besta boðið til vinstra bakkin. Eisini hóast hetta ikki liggur náttúrligt til hansara. Er fyrst og fremst sterkur at plasera seg rætt í verjupartinum, og verður tí sjáldan yvirspældur. Fram eftir vøllinum verður hann tó sera avmarkaður sum høgrabeintur.

 

4. Atli Danielsen, Frem, 20/0

Var helst tann spælarin, sum kom ringast frá fyrsta partinum av dystinum, tá hann fleiri ferðir varð yvirspældur í høgru. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki gekk tó betri, og í seinna hálvleiki taldist hann millum avgjørt bestu føroysku spælararnar. Tordi at taka lut í framrættaða spælinum, og átti innleggið til føroyska málið.

 

5. Jón Rói Jacobsen, AaB, 26/0

Var fyri fyrstu ferð eftir drúgva skaðasteðgin aftur á landsliðnum, har hann tók sítt náttúrliga pláss undir liðini á Óla Johannesen. Var kanska ikki heilt so sannførandi, sum hann onkra tíð hevur verið áður, men helt tó eitt høgt botnstøði. Og saman um tikið kunnu Føroyar bara fegnast um, at ein av okkara bestu nú er aftur á landsliðnum.

 

6. Rógvi Jacobsen, HB, 43/8

Er nú bert eitt mál frá málmetinum hjá Toda Jónsson. Og tað undirstrikar máltevið og evnið at vera á rætta stað til røttu tíð. Í spælinum var hann eisini ein av lyklaspælarunum hjá Føroyum. Serstakliga í luftspælinum, har sjálvt ikki Materazzi kundi kenna seg tryggan. Men eisini á jørðini, har hann sjáldan leggur meira fyri, enn hann megnar at útinna.

 

8. Mikkjal Thomassen, B36, 5/0

Var við støðugum arbeiði ein tann týdningarmesta drívmegin í føroyska spælinum. Vann fleiri bóltar við rástyrki sínari, og ikki minst bæði tordi og vildi hann bjóða seg til í uppbyggjandi spælinum. Kreftirnar tóktust vera gingnar undan móti endanum, tá talan varð um fleiri skeivar sendingar, men eins og restin av liðnum ernaðist hann av málinum hjá Rógva.

 

9. Jákup á Borg, HB, 50/2

Hevði rundan dag á landsliðnum, men sum heild man hetta ikki vera tann dysturin, sum Jákup mest minnist fyri spælið. Var tó væl við fyri steðgin, men í seinna hálvleiki gjørdist meira greitt, at formurin í løtuni ikki røkkur til 90 minuttir á landsliðsstøði. Bað sjálvur um at verða skiftur út, tá hann merkti, at tangin var um at vera tómur.

 

10. Christian Høgni Jacobsen, HB, 34/2

Hóast hann hesa ferð spældi vinstru megin á miðvøllinum, so var talan um eitt tað besta avrikið, sum Christian Høgni hevur sýnt á landsliðnum. Arbeiddi sera væl í verjupartinum, og stóð sera sterkur í framrættaða spælinum, har hann fleiri ferðir bjóðaði Oddo av á kantinum. Eitt avrik, sum við 100% vissu gevur endurval á kantinum til dystin mikudagin.

 

11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 22/1

Var kanska mest óvæntaði brikkurin í byrjunaruppstillingini, og royndi hann við einum veldugum arbeiðsavriki at rættvísgera hetta. Eins og hjá hinum spælarunum, so var hugburðurin framúr, men ofta leitaði hann dekan ov langt aftur, tá hann hjálpti til í verjupartinum. Hetta tí okkara tá mistu eina møguliga spælstøð í uppspælinum. Stóra arbeiðsøkið kostaði eisini nógv í orku, og útskiftingin í seinna hálvleiki tóktist náttúrlig.

 

13. Óli Johannesen, TB, 81/1

Tipti enn eina ferð røddirnar, sum ikki meta tað vera rætt, at ein landsliðsspælari spælir í næst bestu føroysku deildini. Hevur evni sum fáur at lyfta avrikið á leið 300%, tá hetta er neyðugt, og tað er tað, tá heimsins bestu standa hinumegin miðlinjuna. Spældi við myndugleika, stýrdi viðspælarum og átt sín avgjørt stóra lut í, at føroyska verjan stóð seg somikið væl. Og við sterkum høvuðsspæli ruddaði hann eisini vandabóltar burtur í fleiri førum.

 

19. Súni Olsen, AaB, 27/1

Á einum degi, har liðavrikið var fantastiskt, megnaði Súni kortini at skara framúr. Átti mest sum ein fót í øllum framrættaðum føroyskum spæli, og eisini í verjupartinum arbeiddi hann knallhart. Yvirblikk, bóltførleiki, dirvi og frekleiki eyðkendu spælið hjá gøtumanninum, sum við hesum undirstrikaði sítt púrasta náttúrliga pláss sum føroyskur spælskipari. Men kanska iðrar hann seg nú um, at sáttmálin við AaB varð longdur dagin fyri landsdystin.

 

7. Símun Samuelsen, Keflavík 10/1

Fekk seinastu løtuna á vøllinum fyri Jákup á Borg, og var eitt frískligt íkast til føroyska spælið. Hevur ferðina, sum er so týdningarmikil á hesum støði, og endiliga megnaði hann eisini at vísa, at hann hevur potentiali til landsliðsfótbólt. Er heilt víst ein framtíðar spælari til framrættaðu plássini á landsliðnum, men í løtuni er tó trupult at síggja, hvør skal skumpast út á beinkin, um Símun skal inn.

 

14. Christian Lamhauge Holst, Lyngby, 5/0

Mong høvdu væntað, at Christian fór at teljast millum teir fyrstu ellivu á vøllinum, og við spælinum, sum hann sýndi, prógvaði hann, at tað avgjørt ein upplagdur møguleiki mikudagin. Var ógvuliga beinleiðis og konsekventur í sínum spæli ta løtuna, sum hann var á vøllinum, og var um reppið at krýna dagin við málinum, sum kundi skapt tí heilt stóru sensatiónina.